Gott og væl 60 útlendingar búsitandi í suðuroynni vóru savnaðir saman til kunnandi tiltak um føroyskt sum annaðmál, sum eftir ætlan byrjar síðst í septembur, hetta er ein verkætlan, sum hevur verid arbeitt miðvíst ímóti, um at øll suðuroyggin stendur saman um eitt felags tilboð.
Afturat kunningini um undirvísingina komandi ár, greiddi Asley Houslin frá hennara uppliving at flyta úr Jamaica til Suðuroynna. Hon greiddi hegnisliga frá á enskum, hóast hon nú tosar føroyskt og hevur lokið miðnám í Hovi, eftir at hon hevur búð 6 ár í Føroyum.
Marjun Lómaklett, nýggi integratiónspresturin sendi eina videoheilsan, tí hon ikki fekn verid við, og fingu øll handað faldara frá henni. Eisini luttóku David Im og Durita Kastalag frá Útlendingastovuni, og frálíkir tónar vóru at hoyra frá Inga Poulsen og Danny Baldursson.
Facebook viðmerkingar