Í heystfrítíðini verður stórt leikaland í Marghøllini í Vági, og spennur leikalandið seg yvir eina heila viku. Út yvir leikaland við fleiri hoppiborgum, størsta klintriveggi í Føroyum og øðrum undirhald fyri børn, so verður eisini møguleiki at keypa okkurt til matna; kaffi, poppkorn, slushice og mangt annað.
Atgongumerkir til leikalandið, ið eru galdandi fyri ein dag, kosta 100 kr. – hesi verða hesi seld við dyrnar. Eisini er møguleiki at keypa armband til allar dagarnar fyri 500 kr. Hesi armbond verða seld í forsølu í Miðlatúni fram til 8. oktober. Vaksin gjalda ikki fyri at koma inn og børn undir 3 ár hava eisini ókeypis atgongd til leikalandið.
Facebook viðmerkingar