Posturin í Føroyum 150 ár

Posta bjóðar viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna 150 ára móttøku fríggjadagin 24. september kl. 15.

Í 150 ár hava allir føroyingar verið okkara viðskiftafólk og tað ynskir Posta at hátíðarhalda saman við føroyingum.

Røtur aftur til 1871

Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrsti ferð varð skipað og reglulig.

Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur.Virksemið er nógv broytt gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.

”Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar.
Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum,”
sigur Joel undir Leitinum, stjóri. 

Posta bjóðar viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna móttøku

Fríggjadagin 24. september kl. 15.00
á Posta, Óðinshædd 2

Á degnum bjóða vit tónleik við Lenu & Niclas umframt hugleiðingar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni og Karini Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinnu.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Heilsan

Posta

150 ára serprent í plakatstødd

Í sambandi við dagin, hevur Posta framleitt serprent av føroyskum frímerkjum í plakatstødd. Plakatirnar kunnu keypast til móttøkuna og bíleggjast á stamps.fo. Avmarkað nøgd.

Facebook viðmerkingar