Føroyingar eru vanir at laga seg til veður og vind. Men hvussu kunnu vit fyrireika okkum til alsamt ógvusligari veðurviðurskiftini, sum standast av veðurlagsbroytingum? Hetta fer eitt lið av norðurlendskum granskarum at kanna í neyvum samstarvi við fólk í Føroyum.
– Vit mugu fyrst og fremst viðurkenna, at vit alla tíðina hava tosað um, at veðurlagstillagingarnar skuldu henda sunnanfyri í tropiskum økjum, men tað vit síggja nú er, at vit í norðurlondum eisini verða rakt av veðurlagsbroytingunum og enntá í stóran mun. Ávirkanin, sum verðurlagsbroytingarnar fara at hava á norðurlond, kann koma at kosta mannalív, um vit ikki eru fyrireikað.
Hetta sigur Rico Kongsager, lektari í Emergency and Risk Management ved Københavns Professionshøjskole.
Les meira á
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/nogv-hardari-stormar-enn-adur-saed-kunnu-raka-foroyar/
Facebook viðmerkingar