Seinkingar á Suðuroyarleiðini

SSL.fo: Seinastu tíðina hava nógvar og áhaldandi seinkingar verið á fráferðum hjá Smyril – bæði av Krambatanga og úr Tórshavn.

Høvuðsorsøkin til hesar seinkingar hevur fyrst og fremst verið stóri tørvurin á farmaflutningi á leiðini, ið væntandi eisini heldur fram komandi tíðina. Eisini kann væntast, at veðrið hesa ársins tíð, kemur at hava sína ávirkan onkrar dagar. 

Okkara starvsfólk á skipi og á landi gera alt fyri at skipa seg soleiðis, at stóri eftirspurningurin eftir flutningi, ávirkar ferðaætlanina sum minst. Í verandi støðu, slepst tó ikki undan seinkingum á ávísum túrum – serliga mánadag, mikudag og hósdag.

Vit biðja tí ferðafólk og kundar halda okkum til góðar.

Facebook viðmerkingar