Leygardagin 18. desember verður svimjiátakið Klárar tú 200? í Páls Høll. Klárar tú 200? hevur til endamáls at varpa ljós á svimjiførleikan hjá føroyingum, og á týdningin av at kunna svimja ein ávísan tein. Hetta síðsta er til betri at kunna lívbjarga sær úr møguligari vandastøðu.
Tey, sum klára norðurlendska kravið til svimjiførleika, fáa eina serliga nál frá Svimjisamband Føroya. Norðurlendska kravið er at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól.
Klárar tú 200? verður í Páls Høll millum kl. 13.00 og 15.00, tann 18. desember.
Facebook viðmerkingar