Eldurin sløktur, húsini illa farin

Fyri løtu síðani fingu vit orðið á Gudmund Jacobsen, átaksleiðara í Vágs kommunu. Gudmund greiddi frá, at eldurin nú er sløktur. Gudmund greiður frá, at húsini eru illa farin. Uttari partur er illa brendur, meðan stórur roykskaðið er í vestara parti av húsunum.

Tað er ikki greitt, hví eldur er komin í húsini, og koma kanningarfólk at finna út av tí partinum, greiður Gudmund frá.

Facebook viðmerkingar