At fremja sparingar í heilsuverkinum er burtur í vón og vit, og hoyrir ongastaðni heima. Vit hava sæð framstig tey seinastu árini, og í tráð við vaksandi fólkatal og vaksandi tal av eldri, so má heilsuverkið sjálvandi fáa hægri játtan siga umboð fyri fakfelagsrørsluna. Eitt nýmótans væl útbygt heilsuverk kemur okkum øllum til góðar, og tað má raðfestast, siga forfólkini í Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
At fíggjarnevndin vil spara í Heilsuverkinum ber ikki til – tvørturímóti eiga vit at hyggja at teimum tænastum vit hava og hvussu vit kunnu betra onkrar teirra. Vit hava tørv á at gera meir við upp- og endurvenjing, at fáa stytt bíðitíðir til onkrar viðgerðir og eisini taka hædd fyri at fólkatalið veksur og talið á eldri fólki vekstur, tískil má játtanin til heilsuverkið sjálvsagt fylgja við, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Vit hava nógvar limir, sum vera rakt av ymiskum hættisligum sjúkum, og vit eiga at kunna vænta, at tey fáa góða og skjóta viðgerð og neyðuga uppvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Vit vita, at summi detta niðurímillum, og tørvur er á, at fáa betur rehabilitering, vísa Absalon Hansen og Jastrid Niclasen á.
Tað ber ikki til at meirilutin í fíggjarnevndini av sínum eintingum skal seta í verk so ógvusligar sparingar, sum vit vita, kemur at raka meint hjá fólki, runt um í landinum, sum hava brúk fyri hjálp. Fíggjarnevndin veit heldur ikki, hvørjar avleiðingar verða av eini slíkari sparing.
Vit eiga at kunna standa saman um eitt gott, sterkt og væl útbygt heilsuverk. Stundin er ikki at vera pírin við heilsuni hjá okkum øllum, tvørturímóti.
Vit heita tískil á løgtingið um at finna hasar 16 mió kr aftur, so at Heilsuverkið fær ta raðfesting tað eigur.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Facebook viðmerkingar