Øll børnini í Eikilund og Sóljuni gjørdu nøkur listaverk, sum skuldu sýnast fram á eina listaframsýning í Miðlatúni. Tíverri bleiv framsýningin avlýst vegna korona. Foreldrini fingu tí listaverkini heim við, og kundu lata eina peningagávu, sum tey sjálvi ásettu. Í alt komu 6.662,50 kr. inn, sum Eikilund so rundaði upp til 7.000 kr.
Hugskotið til hesa innsavning kom í samband við, at Sirið Eilersdóttir skipaði fyri innsavning til Sjúklingahotellið. Anna Maria E. Jacobsen leiðari í Eikilund sigur, at tey vildu fegin verða við, tí tey hava fleiri ferðir uppliva í nærumhvørvinum, at familjur og børn hava verið noydd at verða niðri í upp til 2 ár í samband við sjúkuviðgerð.
Í løtuni er eitt barn í nærumhvørvinum, sum er saman við familju síni í Danmark til viðgerðar. Hetta ávirkar okkum øll, tá ein okur kenna verður sjúkur og noyðist niður til Danmarkar í viðgerð, sigur Anna Maria E. Jacobsen, sum eisini takkar hjartaliga fyri pengarnar, sum komu inn.
Tey á Sjúklingahotellinum siga, at gávan kemur væl við og eru tey sera takksom fyri gávuna. Tey hava longu avgjørt, at tey fara at keypa eitt Nintendo Switch og okkurt annað til barnarúmið uppi á.
Facebook viðmerkingar