Sámal Petur í Grund verður nýggjur floksformaður fyri Sjálvstýri. Hetta hendir eftir at Landsnevndin, formenn fyri økisfeløgini, tingmaðurin og onnur umboð floksins einmælt mæltu til at velja hann til floksformann fyri Sjálvstýri á Landsnevndarfundi fríggjadagin.
Hóast valið av floksformanni skal staðfestast á eykaaðalfundi hósdagin 30. desember 2021, tekur hann við uppgávunum sum virkandi floksformaður beinanvegin, og hann umboðar flokkin í almennum høpi í samarbeiði við formannin í tingbólki floksins á Tingi.
Sámal Petur í Grund er 63 ára gamal, ættaður úr Søldarfirði og býr í Klaksvík. Hann hevur drúgvar royndir í politiskum arbeiði. Hann gjørdist landsstýrismaður í 1994, valdur á ting í 1998, og aftur landsstýrismaður í 2001. Hann er skipari á Strandfaraskipinum Sam á 18. ári, og eisini stjóri á reingerðarfyritøkuni Grundvask.
Umboð floksins hava á fundinum í dag eisini einmælt undirskrivað eina semju um nýggjar viðtøkur fyri Sjálvstýrisflokkin. Hesar verða eisini lagdar fram til endaliga staðfesting á eykaaðalfundinum 30. desember 2021.
Landsnevnd Sjálvstýrisins ynskir við hesum eisini at takka Kára P. Højgaard, floksformanni, fyri hansara drúgva arbeiði fyri flokkin og takkar honum fyri gott samstarv.
Facebook viðmerkingar