Landsstýrið kom tann 9. desember við víðkaðum koronatilmælum, sum í fyrsta umfari vóru galdandi í 14 dagar, til og við hósdagin 23. desember.
Víðkaðu koronatilmæli verða nú eftir tilráðing frá Farsóttarnevndini longd. Í fyrsta umfari til og við sunnudagin 2. januar 2022.
Løgmaður hevur í morgun havt fund við Landslæknan og formannin í Farsóttarnevndini, og niðurstøðan var greið. Smittustøðan, serliga í Danmark, er ørkymlandi, og tað eru ábendingar um at hendan gongdin skjótt kann fara at síggjast í Føroyum.
“Tíverri kunnu vit staðfesta, at smittustøðan í londunum rundan um okkum, ikki minst í Danmark, er sera ørkymlandi. Í hesum døgum fáa fleiri av okkum jólagestir heim, m.a. úr Danmark, og longu nú síggja vit at alt fleiri verða staðfest positiv við komu. Tí er avgerandi at vit øll í jóladøgunum eru sera varin.” Sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Kreppuráðið er kallað saman seinnapartin at umrøða støðuna.
“Í fyrstu syftu velja vit at leingja víðkaðu koronatilmælini. Men vit fylgja alla tíðina neyvt við støðuni, og um tað gerst neyðugt, so koma vit við nýggjum átøkum millum jól og nýggjár.“ Sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Víðkaðu koronatilmælini eru:
- Í mesta lagið 100 fólk kunnu savnast við koronapass og 20 fólk uttan koronapass.
- Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur kl. 23.
- Øll ferðandi skulu í heimauppihald til svar uppá kanning 2. dag eftir komu.
- Vit vísa varsemi tá vit fara til handils.
Øll koronatilmælini kunnu síggjast her.
Facebook viðmerkingar