Nýggjárshaldið á Tvøroyri

Sum siðvenjan hevur verið í nógv ár eftirhondini, skipar Tvøroyrar Nýggjársnevnd fyri stóra nýggjárshaldinum á Tvøroyri, nýggjársaftan 31. desember. Hóast korona støðuna, er ætlanin at halda eitt so vanligt nýggjárshald sum gjørligt, við m.a. pílagrímsferðini niðan á Oyrnafjall, kyndlalagongu og einum rimmar fýrverksshowið á midnátt.

Mikudagin 29. desember kl. 16.00, fer nýggjársnevndin at gera kyndlar, í húsinum hjá Tvøroyrar kommunu á Hvítanesi (gamla Poul Hansen heilsølan).

Nýggjársaftan 31. desember verður sjálvt heilt stóra nýggjárshaldið.

Kl. 14.00 verður árliga pílagrímsferðin niðan á Oyrnafjall. Sum nakað nýtt, verður gingið eftir gomlu Fámjinsgøtuni niðan á Oyrnafjall, sum byrjar inni við Rangá, og tað verður eisini her, vit hittast kl. 14.00, áðrenn farið verður niðan. Aftaná túrin verður boðið til súpan og okkurt gott at drekka.

Kl. 23.30 byrjar so tað heilt stóra haldið, við kyndlagongu, báli og einum braki av fýrverkaríi á midnátt. Tey, ið skulu bera kyndlar, verða biðin um at møta í Oldurdalinum í seinasta lagi kl. 23.15. Bálið í ár verður yvirav ítróttahøllini í Trongisvági. Nærri kunning um hvar fýrverkið verður skotið frá, kemur seinni.

Viðvíkjandi korona støðuni, so fylgja vit væl við, og noyðast vit at gera broytingar í skránni, verður lýst við hesum. Eisini vilja vit staðiliga heita á fólk, um at halda og virða almennu tilmælini, viðvíkjandi frástøðu og reinføri.

Facebook viðmerkingar