Snæbjørn pilsnar øl í Rúsuna

Biskupskelda: Í næstum verður vælumtókta pilsnar ølin Snæbjørn eisini at fáa í deildunum hjá Rúsuni kring landið – við premieru í deildini hjá Rúsuni í Trongisvági 23. Desember.

Snæbjørn er ein vælsmakkandi og frísklig pilsnar øl. Snæbjørn er 4,6% í styrki.

Eins og við Huldugentuni, Ottar og Johannu, so hevur Anker Eli Petersen teknað etikkettuna til Snæbjørn – les meiri um søguna handan navnið Snæbjørn á heimasíðuni www.biskupskelda.fo.

Skifta til longneck fløskur
Við Snæbjørn verður eisini eitt skifti av fløskum, tí Snæbjørn er tappað í brúnar longneck fløskur, og verður hini sløgini hjá Biskupskeldu komandi tíðina eisini skift til longneck fløskur.

Sum nevnt verður Snæbjørn at fáa í Rúsuni í Trongisvági 23. Desember. Og um jólini verður Snæbjørn at fáa í deildunum hjá Rúsuni kring landið.

Facebook viðmerkingar