Eitt minni frá dystinum millum Suðuroyarliðnum og Íslendska B landslinum

All rights reserved photograph Arni G. Johansen, Suðuroyarliðið $959, Handan, VB, Fótbóltur, Julius Vest, Eyðun johansen, Bjarni Johansen, 22. decembur 2021, Vági, VB húsið, Bannari,

1959 spældi Suðuroyarliði í móti Íslendska B landsliðnum á Sevmýru. Íslendska B landsliði hevði verið í Havn áðrenn og spælt móti føroyska landsliðnum, íslendska liði vann 5-2 á føroyska liðnum.

Suðuroyarliði var mannað við vágbingum og tvørámonnum. Suðuroyarliði vann 1 -0 við málið sum Henry Hansen hjá VB gjørdi.

Sum so ofta, so gjørdi miðlarnir einki burturúr bragdinum hjá Suðuroyarliðnum, men Thorolf Dam skrivaði eina grein um dystin í Føroya Tíðindi.

Rógvi Johansen hevur síðani gjørt ein bannara við leikarnum sum mannaði Suðuroyarliði og við greinini sum stóð í Føroya Tíðindi.

Eyðun Johansen sum var málmaður fyri Suðuroyarliðnum móti Íslendska B landslinum, handaði saman við Bjarna Johansen, sum í nógv ár var málmaður hjá VB, Julius Vest bannaran. Bannarin verður hongdur upp í ganginum í VB húsinum, sum eitt minni, um eitt avrik av teimun heilt stóru í føroyskar fótbóltsøgu.

Facebook viðmerkingar