Trettan nýggir ph.d.-arar í 2021

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava trettan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2021. Sjey av hesum verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

21. januar vardi Elisabeth Holm ph.d.-ritgerð sína á Heriot-Watt University. Ritgerðin kallast “New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

1. mars vardi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús sína ph.d.-ritgerð á Durham University. Ritgerðin kallast “Burials and Landscapes during the Viking Age.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

19. mars vardi Paula Gaard ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin kallast “Verjurøða ummælarans – sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

24. mars vardi Ingi Heinesen Højsted ph.d.-ritgerð sína á DPU. Ritgerðin kallast “Toward marvels in dynamic geometry teaching and learning: Developing guidelines for the design of didactic sequences that exploit potentials of dynamic geometry to foster students’ development of mathematical reasoning competency.” Les meira her

Facebook viðmerkingar