Visti tú, at besti háttur at hjálpa einum barni er støðugt at førleikamenna persónar, ið hava umsorgan fyri barninum?
Nú hevur tú møguleika at útbúgva og førleikamenna teg innan relatiónsførleikar gjøgnum sonevnda ICDP háttin – International Child Development Programme.
ICDP gevur eitt greitt definerað yvirlit yvir, hvussu tað góða samskiftið eigur at fara fram. Barnabati bjóðar út hesa útbúgving og undirvíst verður í Fjarlestrardeplinum í Vági. Útbúgvingin er serliga stílað til námsfrøðingar, lærarar, stuðlar og hjálparfólk.
Talan er um seks undirvísingardagar býttir út á hálvt ár. Fyrsti undirvísingardagur er 1. mars.
Fá meiri kunning á heimasíðu okkara www.barnabati.fo/icdp/
Facebook viðmerkingar