So fekk Heilsuskúlin aftur skyldina

So fekk Heilsuskúlin aftur skyldina fyri, at mangul er uppá røktarstarvsfólk.

Fyri fáum árum síðan bar als ikki til at taka hesar útbúgvingar í Føroyum. Tí er Heilsuskúlin eitt frambrot, og eigur at vera mentur enn meira.

Vit mugu minnast til, at tað til dømis ber til at útbúgva seg til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing í Havn, men eisini har er starvsfólkamangul. So útbúgvingarstaðið er ikki eina avgerandi fyri um nokk av starvsfólki er.

Lønin hevur týdning, virðingin fyri starvinum, arbeiðstíðin, niðursettur brøkur, manglandi eftirútbúgvingarmøguleikar, arbeiðsumhvørvi og mangt annað spælir inn ta ið fólk velja sær starv. Ta ið onki arbeiðsloysi er, og fólk hava aðrar arbeiðsmøguleikar so fara tey har, sum løn og arbeiðstreytir eru betri. Tað er sjálvsagt.

Lat okkum heldur standa saman um Heilsuskúlan, og um at bøta um arbeiðskorini hjá hesum starvsbólki. Gera vit ikki tað er alt vælferðarøki í vanda.

Hvør av okkum vil vera tann, sum stendur og manglar tað lívsneyðuga starv hesi starvsfólkini útinna?

Sirið Stenberg

Facebook viðmerkingar