Seinastu vikurnar hevur ein rættilig bylgja av korona herja í Suðuroynni. Skúlar og dagstovnar hava verið hart raktir, bæði børn og starvsfólk. Sum heild hava nógv verið rakt av korona í Suðuroynni seinastu vikurnar – nakað sum hagtølini eisini undirbyggja.
Seinastu 7 dagarnir hava fleiri enn 10% av fólkinum í Suðuroynni havt korona vísir uppgerð á korona.fo
Sambært hagtølunum eru 480 fólk í Suðuroynni smittað við korona seinastu 7 dagarnar og svarat hetta til gott og væl 10% av fólkinum í oynni.
Facebook viðmerkingar