Seinnapartin mánadagin var móttøka í kommunuskrivstovuni í Hvalba, har tveir av røsku ungdómunum í Hvalba vórðu heiðraðir.
Talan var um Brynjar Jacobsen Poulsen og Nóa Thomsen, sum báðir framúrskaraði seg í vikuskiftinum.
Leygarkvøldið fekk Brynjar tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021 við Ítróttarfagnaðin hjá ÍSF. Hetta fekk hann fyri tað stóra arbeiði, sum hann gerð fyri Royn, sjálvt um hann ber brek.
Í vikuskiftinum gjørdist Nóa Thomsen nr 1 og Danmarksmeistari í 2000 m hjá u17 dreingjum við tíðini 6:52 80 og nr 2 í 200m við tíðini 00:31,90. Nóa segði at hetta er hansara besta tíð á 2000 m.
Janus Thomsen, borgarstjóri segði m.a. at tað er stórt fyri eina so lítla kommunu sum Hvalba at hava so dugnaligan ungdóm og hann endaði við at heita á hesir ungu menninar um at KOYRA Á. Hvalbiar kommuna ynskir Brynjar og Nóa, hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum.
Facebook viðmerkingar