Vælumtóku kvinnu- og harraborðhaldini, sum hava eina áratíggju langa søgu í Vági verða sjálvandi aftur í ár – og sum vant eru kvinnu- og harraborðhald fyrsta leygardag í mars, sum í ár er 5. mars.
Kvinnuborðhald í VB-húsinum
Kvinnuborðhaldið er sum vant í VB-húsinum, har borðreitt verður við tí stóra kalda borðinum, og sjálvandi er eisini skemt og felagssangur á skránni.
Tekningarlistar til kvinnuborðhaldið liggja á vanligum støðum og er seinasta freist at tekna seg tórskvøldið 3. mars 2022.
Harraborðhald í Stóra Pakkhúsi
Harraborðhaldið er í Stóra Pakkhúsi, har borðreitt verður við framúr góðum mati, sum Hallur og Sára Midjord standa fyri. Á matarlepanum er: Ovnbakaður laksur við salat, dressing og breyð til forrætt – og Ribeye steik við petit eplum, ovnbakaðum grønmeti og sós til høvuðsrætt. Sum vant er eisini undirhald og felagssangur á skránni.
Atgongumerkini til Harraborðhaldið verða seld í Stóra Pakkhúsi fríggjadagin 25. februar kl. 17.
Dansur í VB-húsinum
Sum vant verður góður dansur í VB-húsinum eftir borðhaldini hjá kvinnum og monnum – og í ár fara Hans Jacob og Vinmenn at spæla til dansin.
Facebook viðmerkingar