Jan og Petur vunnu 5. umfar í sjavs

5. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í VB-húsinum 3. februar. Úrslitið av umfarinum var:

Nr. 1. Jan Olsen og Petur Midjord, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans J. Bech og Egill Steintórsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Eirik Poulsen og Kathrina Borgardal, 1 stig hvør.

Næsta umfar verður í kvøld – tórskvøldið 10. februar og spælt verður kl. 18.30 í VB-húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar