Illfýsin men metgrønur januar

Mynd: Niels Jacob Eysturberg

Vindur og regn stóðu fyri meginpartinum av streyminum í januar, t.e. 62 prosentum, meðan olja stóð fyri 38 prosentum.

Meðan grøna elframleiðslan í januar 2021 var undir miðal orsakað av stillum frostveðri, er støðan heilt ein onnur í januar 2022. Grøna elframleiðslan royndist sera væl í váta og ruskuta veðrinum, og fyri fyrstu ferð fór samlaða framleiðslan úr varandi orku upp um 24 GWt ein einstakan mánað. Framleiðslan var yvir 80 prosent grøn í tilsamans 19,23 tímar.

Vatnorkan kom upp á 17,7 GWt, meðan vindur og biogass rukku ávikavist 5,7 og 0,9 GWt. Væl meira enn helvtin av vatnorkuframleiðsluni varð framleidd á Eiðisverkinum, sum kom upp á 10 GWt. Eiðisverkið stóð fyri einum fjórðingi av allari framleiðsluni í januar. Avfallsnøgdin í januar í ár var 340 mm, meðan hon bert náddi 179,5 mm í januar í fjør, máld á Fitjunum í Vestmanna.

Býtið av orkukeldum í prosentum var ávikavist vatn 45, olja smá 38, vindur 15 og biogass góð 2 prosent. Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis sera høgur, og tilsamans nærkaðist nýtslan 39 GWt, sum er 4,4 prosent hægri enn í januar 2021. Hetta er triði mánaðin á rað, at elnýtslan liggur um 39 GWt.

Facebook viðmerkingar