Meinhard Edmund 25 ára starvsdag hjá Vágs kommunu

Tórsdagin 10. februar hevur Meinhard Edmund Vestureið 25 ára starvsdag í Vágs Kommunu.

Hesi nógvu árini hevur Meinhard Edmund havt nógvar og ymiskar uppgávur um hendi, og hevur hann, saman við hinum arbeiðsmonnunum, sett sítt merkið á VágurMeinhard Edmund er eisini tann, sum trúfastur fer út at salta vegirnar, tá kavi og frost ger tað trupult hjá borgarum at ferðast í Vági. Sum starvsfólk er Meinhard Edmund jaligur, trúfastur, álítandi, skemtingarsamur og altíð til reiðar at hjálpa.

Vágs Kommuna vil við hesum skrivið, blómum og gávubrævið siga Meinhard Edmundi túsund takk fyri støðugt og trúfast arbeiðið.

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar