Frá 1. januar 2021 til 1. januar 2022 vaks fólkatalið í Suðuroynni við 31, hetta er ein vøkstur á 0,7%. Sama tíðarskeið vaks fólkatalið í landinum við 1,4%.
Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021. Tað er ein vøkstur á 1,4%. Hóast vøksturin er eitt vet minni enn í 2020, heldur fólkatalið fram við at vaksa, og 1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum.
Gongdin í fólkatalinum í 2021 líkist nógv gongdini í 2020. Hesi bæði árini er fólkatalið vaksið við millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Tað er eitt sindur lægri enn í 2018 og 2019, tá ið vøksturin fyri hvørt 12-mánaðarskeið lá millum 1,6% og 1,8%. Í 2020 og 2021 løgdust í miðal 65 fólk aftur at um mánaðin.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 249 fólk og eini nettoflyting á 516 fólk. Sí fleiri tøl í talvuni.
31 fleiri fólk í Suðuroynni
1. januar 2022 búðu 4.688 fólk í Suðuroynni í mun til 4.657 fólk 1. januar 2021. Fólkatalið er vaksið í øllum kommunum í Suðuroynni uttan Vágs kommunu, Porkeris kommunu og Fámjins kommunu.
Facebook viðmerkingar