Fyrilestrahaldari: Jógvan í Lon, professari í málfrøði.
Hvar: Á Seglloftinum á Tvøroyri
Nær: 16.februar, mikukvøldið kl.19.00
Um: Fyrilesturin fer at snúgva seg um avleiðingar av purismuni – jaligar og neiligar avleiðingar. Jógvan í Lon hevur nýliga givið út nýggja bók sum nevnist “Purisma – føroysk orð ella orð í føroyskum”. Í sendingini “Nón” fyrr í ár verður nevnt, at sjálvur heldur Jógvan í Lon, at tað rúmkar málið, at tøkuorðini og nýggjyrðini – tað eru fremmandaorð og smíðað orð – liva lið um lið í málinum. Tað gevur møguleika fyri variatión, og at fólk laga málið til ta støðuna, tey eru í. Møguleiki verður eisini at keypa nýggju bókina til fyrilesturin.
Kostnaðu fyri fyrilesturin: 100 kr.-
Facebook viðmerkingar