Suðringur inn við deyðum manni

Síðstu nátt fekk sjóbjargingarstøðin, MRCC, boð frá trolaranum, Suðringi um at ein av manningini var fallin í óvit og hevði brúk fyri læknahjálp, skrivar in.fo. Løgreglan sigur, at talan var um ein útlending og tað vísti seg eisini, at hann var deyður. Tyrlan varð send til Suðring, men líkindini vóru ikki til at gera nakað, tí veðrið var so ringt. Tá var Suðringur staddur eina 100 fjórðingur í ein útsynning úr Føroyum, so tað var langt at sigla. Men teir komu á Havnina seinnapartin í gjár.

Løgreglan sigur, at tey eru nú í ferð við at kanna málið og skriva so eina frágreiðing. Tey hava eisini boðað myndugleikunum í heimlandinum hjá honum frá, og tey tak sær so av at kunna tey avvarðandi og tað er tað einasta, løgreglan fær sagt í løtuni

Kelda: in.fo

Facebook viðmerkingar