Í síðstu viku komu ávísingarskeltir upp í Vági. Talan er um skeltir, sum vísa ferðafólki, hvønn veg tey skulu ganga fyri at koma á varðagøtuna og gongutúraskeltið norðanfyri Vág.
Í fjørðsummar komu nýggj bygdaskeltir og kunningarskeltir upp í Vági, sum greiða frá um Vágs bygd og hvat ferðafólk kunnu uppliva og fara til í Vági, bæði av upplivingartilboðum, náttúruperlum og søguligum støðum. Ávísingarskeltini, sum nú eru komin upp, eru liður í skeltingini av Vági. Hesi ávísingarskeltir eru myrk á litið og hava ímyndina av einum persóni, sum hevur ryggsekk á. Á skeltunum eru pílar á, sum vísa ferðafólki, hvar tey skulu ganga fyri at náa varðagøtuna norðanfyri Vág og gongutúraskeltið við viðarlundina, sum kunnar ferðafólk um møguligar gongutúrar.
Farleiðin hjá ávísingarskeltunum byrjar við Miðlatún, har Visit Suðuroy heldur til, og fer so niðan eftir gongugøtuni, sum verður rópt Suez kanalin. Komin á Toftaveg skula ferðafólk ganga niðan eftir Toftabrekku. Í Toftabrekku kunnu ferðafólk velja at fara vestur eftir Fossávegi til gøtuna, sum gongur niðan til Skótahúsið í Geilini. Ferðafólk kunna eisini halda áfram niðan eftir Toftabrekku til tey koma til Geilina og so snara vestur eftir vegnum móti Skótahúsini. Tá ferðafólkini eru komin til skótahúsini, skula hesi fara um Hvanndalsá og ganga niðan ímóti viðarlundina. Eitt gongutúraskeltið stendur við viðarlundina, sum vísur veg til varðagøtuna og aðrar møguligar gongutúrar.
Niðanfyri eru myndir av ávísingarskeltunum og farleiðina, sum hesi skeltir vísa.
Facebook viðmerkingar