Vegna Tjóðveldi vilja vit sláa fast, at vit á ongan hátt taka undir við heimildarleysu, ódemokratisku og óprofessionellu framferðina hjá Landsstýrinum í radaramálum. Ístaðin hava vit hesi boð og tilmæli.
Radaramálið byrjaði við einum tíðindafundi á Christiansborg, har danskir politikarar kunngjørdu eina avtalu um hernaðarútgerð í okkara landi. Landsstýrið átti beinanvegin at boða donsku stjórnini frá, at vit mótmæla staðiliga, at slíkar avtalur verða gjørdar, uttan at føroyskir myndugleikar sjálvir hava samráðst ella eru so mikið sum eftirspurdir.
Síðani tá hevur málið ligið í myrkaløgdu Uttanlandsnevndini, har ongin møguleiki er hjá Føroya fólki at halda sínar politikarar til svars fyri tær avgerðir og avtalur, ið verða gjørdar. Landsstýrið hevur frá byrjan arbeitt av øllum alvi fyri, at málið ikki skal koma til prinsippiella støðutakan í tinginum.
Landsstýrismaðurin hevur heldur onga heimild at taka nakra avgerð um at seta hernaðarútgerð upp í Føroyum. Løgtingið hevur aldri samtykt ella givið nakra líknandi heimild, tvørturímóti. Tí hava vit umbiðið eitt løgfrøðiligt upprit um, hvørjar heimildir landsstýrið hevur, men nevndin hevur einki skjal fingið. Støða okkara er greið: Bert Føroya fólk og løgtingið kunnu taka avgerðir um hernaðarútgerð í Føroyum.
Heldur ikki hava vit fingið nakra fundarfrásøgn ella nakað skjal frá Landsstýrinum um, hvat er avtalað ella hvørjar samráðingar hava verið. Tíansheldur nakað skjal, sum lýsir ætlanina hjá Føroyum í hernaðar- og trygdarmálum ella greiðir frá spurningunum og avleiðingum fyri Føroya fólk.
Føroyar hava í hesum máli veruligan møguleika at byggja á fólkaræði og taka egna ábyrgd av so týdningarmiklum málum sum trygdar- og verjupolitikk, um vit krevja okkara rætt. Landsstýrið átti beinanvegin at havt boðað frá, at vit í Føroyum sjálvi kunnu samráðast beinleiðis við NATO og onnur lond – helst serliga við Bretland og USA – um trygdar- og hernaðarpolitisku ætlanir teirra í Norðuratlantshavi og í Arktis. Okkum tørva ikki Danmark ella nakran annan sum millumstøð.
Vit hava her møguleika taka ábyrgd og styrkja okkara strategisku samráðingarstøðu í øllum altjóða samstarvi og avtalum – bæði mótvegis Danmark, ES, stórveldunum, Bretlandi og NATO.
Vit áttu sjálv at tikið ræðið á loftrúminum, bygt og rikið ein aktivan loftferðsluradara, og sjálv samráðst og gjørt avtalur við NATO, USA ella Bretland, um hvussu vit kunnu lata upplýsingar frá slíkum radara eftir nærri avtalu. Vit vilja ikki nakra vápnadubbing í Norðuratlantshavi. Og taka vit sjálv ábyrgdina, kann tað ikki fatast av nøkrum sum eitt hernaðarligt stig, ið kann elva til aftursvar og økta dubbing frá stórveldunum.
Tað er at traðka á sjálvsavgerðarrættin hjá Føroya fólki, um Løgtingið letur ein landsstýrismann fara fram í slíkum heimildarloysi og á ein so undirbrotligan og óprofessionellan hátt í avgerðum um trygd og framtíð landsins.
Vit í Tjóðveldi fara á ognan hátt at loyva hesi framferð at fara aftur við borðinum, og fara at brúka øll fólkaræðislig amboð til tess at broyta hana – og seta landsstýrisfólk til svars fyri heimildarleysu avgerðirnar.
Høgni Hoydal, limur í løgtingsins Uttanlandsnevnd
Hervør Pálsdóttir, varalimur í løgtingsins Uttanlandsnevnd
Facebook viðmerkingar