Martin og Johanna vunnu 6. umfar í sjavs

6. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í VB-húsinum 10. februar. Hetta umfarið vunnu Martin og Johanna Midjord.

Úrslitið av umfarinum gjørdist:

Nr. 1. Martin Midjord og Johanna Midjord, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans J. Bech og Egill steintórsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Sigmund Andreaaaen og Jens Pauli Thomsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Petur Gærdbo og Fredrik Ludvig, 1 stig hvør

Eingin sjavskapping verður hesa vikuna, vegna so nógvir sjavsspælarar liggja við korona

Næsta sjavskapping verður aftur tórskvøldið kl.18.30. tann 24. februar. Spælt verður sum vant í VB-húsinum í Vági, øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar