Landsstýrismaðurin má leingja tíðarskeiðið, soleiðis at tað ber til at søkja um sjúkradagpening uttan læknaváttan í sambandi við koronu.
Í løtuni er Suðuroyggin er sera hart rakt av koronu. Læknamiðstøðin á Tvøroyri má skriva læknaváttanir til umleið 1.000 fólk. Tað merkir, at læknin fær ikki tíð at viðgera aðrar sjúklingar. Fram til 15. februar var ikki neyðugt við læknaváttan, men nú eru reglurnar aftur galdandi.
Tað ber ikki til, og tí er mín áheitan á Sólvit Nolsø at raðfesta hetta málið beinanvegin og leingja tíðarskeiðið fram til 28. februar.
Hetta hevur skund, soleiðis at sjúklingar ikki detta niðurímillum. Vónandi ger landsstýrismaðurin skjótt av, so læknar og sjúklingar kunnu fáa so vanligar treytir sum gjørligt fram til, at koronatilmælini linka heilt.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar