Fá pláss eftir á kampingøkinum til Dansibandsfestivalin

Dansibandsfestivalurin verður í Vági í døgunum 6. og 7. mai 2022. Í samband við festivalin plaga nógvir kampingvognar at koma suður til Vágs og í ár letur til at verða onki undantak.

Á Dansibandsfestivalinum í ár verða nógv kend tónleikanøvn á pallinum, eitt nú norsku Ingemars og Contiki og føroysku Sommerson Band. Umframt tónleik, so verður nógv tiltøk til festivalgestirnar. Av tiltøkum kann nevnast stórt matkvøld, grillkvøld, gudstænasta og gongutúrur við ferðaleiðara.

Festivalgestunum stendur eisini í boðið at taka kampingvogn við og gista í hesum á festivaløkinum. Hesin møguleiki er sera væl dámdur og hvørt ár hevur kampingøkið verið útselt. Til ársins festival eru bert fá pláss til kampingvognar eftir. Kampingplássini kunnu keypast á billett.fo, og tey sum keypa fáa atgongd til kampingøki frá 5. mai til 8. mai.

Facebook viðmerkingar