8. mars er altjóða kvinnudagur. Valkyrjurnar í Suðuroy feira dagin – leygardagin 5. mars – við tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri kl.15.
Vit fáa vitjan av trimum kvinnum, sum fara at mynda okkum dagin.
Fiskepigernes Fagforening 100 ár – ein føðingardagsheilsan, Valkyrjurnar
Feminisma í fýra bylgjum – Valkyrjurnar
Annika Olsen, politikari, hugleiðir um solidaritet millum kvinnur í politikki, arbeiðsmarknaðin viðvíkjandi lønarlagi og kynsbýti, hvussu vit megna at gagnnýta útbúgvingar og førleikar hjá kvinnum, hví kvinnur eru undirumboðaðar í leiðslustørvum, nevndum, landsstýri og hvussu vit fáa fleiri kvinnur at gerast virknar í politikki!
Ingilín Strøm, løgtingskvinna, hugleiðir um javnstøðu/manglandi javnstøðu, um veðurlagspolitikkur er vorðin kvinnu- og ungdómspolitikkur burturav, um vit í Føroyum hava brúk fyri #metoo, og um tað er nóg mikið at tosa um javnstøðu millum tvey kyn (m/k) í 2022!
Lív Næs hevur við sínum tónleiki og tekstum ríkað okkum altjóða kvinnudagin í fleiri ár, og tað fer hon aftur at gera í ár!
Ein góðan te-/kaffimunn við køku skulu vit eisini hava!
Vit vilja fegnar, at fólk tekna seg til haldið á facebook ella á tlf. 287810 (Anna Mortensen) í seinasta lagi 1. mars.
Kostnaður 100 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Facebook viðmerkingar