Eftir langan steðg við missiónsvikum her suðuri, byrja vit nú aftur. Komandi vikuskifti, 19.-20. februar verður ein stutt missiónsvika í missiónshúsinum á Tvøroyri.
Leygarkvøldið kl. 20.00 talar Tummas Kannuberg og Mansbólkurin syngur.
Sunnukvøldið kl. 18.00 talar Jónsvein Bech. Væntandi kemur onkur at syngja, men vegna korona er enn ógreitt, hvør tað verður.
Verið vælkomin.
Facebook viðmerkingar