Tvøroyrar kommuna víðkar um tilboðið í ungdómshúsinum, sum higartil, bert hevur havt opið mitt í viku, til nú eisini at umfata tilboð til ung í vikuskiftunum. Tilboðið í ungdómshúsinum er sjálvandi rúsfrítt.
Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at avgreiðsluhølið á Sjógøtu 2, har Posta fyri stuttum er flutt út úr, skal gerast partur av rúsfríum virksemi fyri ungdómin.
Tvøroyrar kommuna keypti í januar 2019 eystari helvt av posta- og bankabygningin, sum framhaldandi hýsir BankNordik, Postavgreiðslu, og Føroya Eftirskúla og nú verður, umframt hetta, eisini rúsfrítt tilboð til ungdómin í bygninginum.
Ungdómshúsið hevur hildið til á havnalagnum í Pakkhús 4, sum er eitt av fyrrverandi gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen. Her hevur í nógv ár verið skipað fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð. Nú er gjørt av at víðka um tilboðini fyri eldra bólkin av ungdóminum.
Arthur Djurhuus Poulsen, er settur sum leiðari av ungdómshúsinum, har hann byrjar 1. mars. Arthur er sera spentur at fara til verka og ætlar hann, saman við starvsfólkunum í ungdómshúsinum og teimum størru børnunum, at gera smávegis dagføringar á Pakkhús 4, sum hann vónar kann lata upp alment seinni í hesi vikuni.
Arbeiðið at tillaga hølini í Posta- og bankabygninginum á Sjógøtu 2 verður neyvan liðugt fyrr enn seinni í vár. Hølini skulu umvælast og broytast, og innbúgv, og annað tílíkt, skal keypast, soleiðis at vit fáa ment eitt skapandi og gevandi umhvørvi, har ungdómurin trívist.
Tíðindaskriv frá Tvøroyrar kommunu
Facebook viðmerkingar