
Tórskvøldið 24. februar varð 7. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Hetta umfarið vunnu Anja Bech og Daniel Petur Thorsteinsson.
Úrslitið av umfarinum gjørdist:
Nr. 1. Anja Bech og Daniel Petur Thorsteinsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Eyðálv Bech og John Bech, 1 stig hvør
Næsta umfar í sjavskappingini verður tórskvøldið 3. mars. kl. 18.30 og spælt verður í VB-húsinum í Vági. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar