Koronukoppsetingarnar, sum hava verið í Tórshavn og á Tvøroyri, flyta nú á Tjaldurs Apotek og á Suðuroyar apotek. Koppsett verður fyrstu ferð mánadagin 21. mars kl. 18-20.
Koppsetingin fer fram í samstarvi við Sjúkahúsverkið. Seinastu tíðina hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við Tjaldurs apotek um koppsetingina av børnum, umframt at koppsett hevur verið á á Norðoya og Eysturoyar apoteki. Royndirnar eru góðar og samstarvið við Apoteksverkið hevur í allar mátar riggað væl.
Øll, ið eru 5 ár ella eldri, kunnu lata seg koppseta á nevndu koppsetingarstøðum. Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting á korona.fo.
Sjúkrahúsverkið
Facebook viðmerkingar