Ónskvøldið 23. mars kemur Martin Næs í Miðlatún, har hann leggur fram bókina Opera men eingin olja, sum Sprotin hevur givið út.
Martin Næs, sum er bókavørður, er føddur í Vági í 1953 og flutti til Havnar sum 13 ára gamal. Hann hevur givið út yrkingarsøvn, barnabøkur, skaldsøgu og greinasøvn.Í nýggja greinasavninum, Opera men eingin olja, er eitt úrvæl av 45 greinum, skriva í 25-ára tíðarskeiðinum 1996-2021. Martin kemur at tosa um sín uppruna í Vági í fimti- og seksti-árunum, síðan tosar hann um greinasavnið í síni heild. Hann fer eisini at lesa okkurt brot úr bókini.
Tiltakið er ókeypis, har Lív og Tróndur eisini koma at spæla nøkur løg.
Bókin kann keypast í Miðlatúni hetta kvøldið fyri kr 200,- kostar vanl. kr. 298,-. Tiltakið byrjar kl 20.00
Facebook viðmerkingar