Vit mennast við ábyrgdini

Í nógv ár hevur tað verið eitt stórt ynski at fáa eina dagførda foreldramyndugleikalóg. Ein lóg, sum fyrst og fremst tekur atlit at tørvinum hjá børnunum. 

Familjurættur er sera kompleksur. Samstundis er hann so sera týdningarmikil, tí hann fevnir um lív og lagnu hjá okkum øllum. Tað snýr seg um so grundleggjandi viðurskifti sum foreldramyndugleika, samveru við síni børn, arvarætt, hjúnaskilnað, faðirskap og mangt annað. Talan er sostatt um reglur, ið røkka inn í hvørt einasta heim í landinum.

Í 2018 kom familjurætturin á føroyskar hendur, og nú byrja lógaruppskotini, ið eru tengd at málsøkinum, at koma. Nú kunnu vit nevniliga gera ta lóggávu, sum vit sjálv ynskja, sett saman eftir okkara ynskjum og uttan longur at vera bundin at donskum lógum, ið vit ikki kunnu broyta. 

Síðan 2018 hava vit fingið nýggja ættleiðingarlóg og betri rættindi til ættleiðingarforeldur og børn. Sammøður hava fingið javnrættindi, og nú viðgera vit nýggja lóg um foreldramyndugleika.

Hetta eru greið dømi um, hvussu vit mennast, tá ið vit sjálv taka ábyrgd, tí nústani arbeiða vit ítøkiliga við at bøta um øll hesi viðurskifti, og tískil verða vit sterkari sum samfelag.

Sirið Stenberg, 

Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar