Kamping Vágseiði letur upp fyri vitjandi

1. apríl letur Kamping Vágseiði í Vági upp fyri vitjandi. Sum nakað nýtt, so ber tað til at bíleggja sær kampingpláss á booklocal.fo. Við hesum er tað lættari at bíleggja sær pláss á netinum og skjótari at avgreiða.

Kamping Vágseiði liggur í vakra umhvørvinum við Vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltssvøllin á Eiðinum, VB-húsið, Vágs høll og vøkru náttúruna vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum og oman til gøtuna kring vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin.

Allir hentleikar eru tøkir á kampingøkinum, so sum el, vatn, atgongd til køk, wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu. Allir hentleikar á Kamping Vágseiði taka atlit til fólk við rørslutarni.

Tað er Visit Suðuroy sum skipar fyri kampingøkinum. Visit Suðuroy heldur til á Vágsvegi 57. Tað ber eisini til at ringja á tlf 239390 ella skriva til info@vagur.fo.

Facebook viðmerkingar