Leygardagin tekur felags kvinnuliðið í Suðuroynni í Betrideildini ímóti 07 Vestur. Kvinnurnar hava tapt teir fyrstu dystirnar, fyrst heima ímóti Víkingi og síðani úti ímóti NSÍ. Og leygardagin taka tær so ímóti 07 Vestur.
Hetta er fyrsta árið, at felags kvinnuliðið í Suðuroynni spælir í Betrideildini og hóast avbjóðingin er stór, so eru kvinnurnar og venjaratoymið við gott mót og væl nøgd við at gongd er komið á miðvísa arbeiðið at menna kvinnufótbóltin í Suðuroynni.
Dysturin millum TB/FC Suðuroy/Royn og 07 Vestur verður við Stórá kl. 14 leygardagin.
Facebook viðmerkingar