Í ár fer Visit Suðuroy at skipa fyri gongutúrum í haga við ferðaleiðara. Í Suðuroynni eru nógvir avbera vakrir fjallatúrar, sum ein kann ganga, og okur í Visit Suðuroy hava valt nakrar burturúr, sum okur bjóða øllum við at ganga. Okur hava, saman við staðkendum ferðaleiðarum, sett hesar túrar á skrá:
- 16 apríl: Niðan á Rávuna í Vági – ókeypis
- 21. mai: Hvannhagi – ókeypis
- 29. mai: frá Porkeri og út til vitan á Porkerisnesi.
- 18. juni: Suðuroy úr norði í suður – úr Sandvík til Akraberg – tilmelding og kostnaður
- 9. juli: úr Trongisvági eftir gomlu Fámjinsgøtuni – ókeypis
- 13. august: av Porkerishálsi til Vágs – ókeypis
- 3. Septembur: Niðan á Froðbiarnakk/Kambin – ókeypis
Nýggja Suðuroyarkortið, sum fæst hjá Visit Suðuroy, er sera hent um ein ynskir at ganga í Suðuroynni. Í kortinum eru m.a. allar bygdagøturnar og útvaldir merkisstaðir, sum eru verdir at vitja. Okara bygdagøtur eru eisini at finna á bygdagøtur.fo, sum hevur góðar frágreiðingar og myndir til allar túrarnar í Suðuroynni.
Lýst verður nærri við túrunum, tá tað nærkast. So um tykur kundu hugsa tykum at komi við á túrarnar, so er at fylgja facebook síðunum hjá Miðlatúni ella Kunningarstovuni á Tvøroyri. Lýst verður eisini á Suðurrás.
Facebook viðmerkingar