Gongdin hjá Trygd í 2021 var góð í mun til inntøkur, ið eru í støðugum vøkstri. Tvær nýggjar tryggingar vórðu mentar, og stórir einstakir skaðar settu sín dám á árið.
Sum liður í at varðveita eitt dygdargott og kappingarført tryggingarvirksemi, leggur Trygd seg miðvíst eftir, at tryggingarnar verða lagaðar støðugt eftir tørvinum hjá kundanum. Í fjør menti felagið eisini tvær nýggjar tryggingar, ið eru tær fyrstu av sínum slag í Føroyum. Hesar tryggingar eru Tanntrygd og Fráverutrygd, ið eru ætlaðar vinnurekandi.
Vinnukundar hjá Trygd hava sóknast eftir einari trygging, ið kann veita fíggjarliga hjálp til raksturin av fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv. Fráverutrygd er loysnin til júst ta avbjóðingina. Tanntrygd er ein trygging, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og fakfelagslimum. Við tryggingini kunnu starvsfólk fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.
Nógv skaðaendurgjøld
Gongdin í 2021 var góð í mun til inntøkur, ið eru í støðugum vøkstri. Útreiðslur í sambandi við skaðar vóru munandi hægri í 2021 enn í 2020. Hækkingin stavar serliga frá arbeiðsskaðum, eldskaðum í sethúsum og skaðum á akfør. Tilsamans fingu kundar í Trygd skaðaendurgjøld fyri 101,4 mió. kr. í 2021. Til samanberingar vóru somu útreiðslur 84,0 mió. kr. í 2020.
“Vit vóru hart rakt av skaðum í 2021, men fegnast um at kunna hjálpa og veita holla og skjóta tænastu, tá ið okkara kundar hava brúk fyri okkum. Júst hetta er kjarnin í okkara virksemi. Vit vænta, at skaðagongdin fer at vera eitt sindur meira jøvn í 2022, og at vit tískil fáa eitt betri úrslit,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Miðvíst arbeiði við burðardygd
Sum partur av ætlanunum um at gerast ein meira burðardygg og grøn fyritøka, fer Trygd leypandi at skifta allar bilar hjá felagnum út við elbilar. Somuleiðis keypir Trygd endurnýttar teldur til skrivstovubrúk til tess at gera sum minst inntriv í náttúruna.
Í fjør gjørdi Trygd avtalu við Nema um burðardygga burturbeining av el-tólum, sum viðskiftafólk lata inn í sambandi við tryggingarskaða. Allar dátur á tólinum verða strikaðar á tryggan hátt. Tólið verður síðani burturbeint ella endurnýtt eftir burðardyggum leisti.
Roknskapurin í stuttum
• Ársúrslitið áðrenn skatt var eitt hall á 2,1 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 12,1 mió. kr. í 2020.
• Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 1,7 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 10,2 mió. kr. í 2020.
• Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,9 mió. kr. í 2021 og vóru tilsamans 144,7 mió. kr.
• Skaðaútreiðslurnar vóru 101,4 mió. kr. samanborið við 84,0 mió. kr. í 2020.
• Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 55,3 mió. kr. samanborið við 43,3 mió. kr. í 2020.
• Skaðaprosentparturin hækkaði úr 69,6% í 2020 upp í 80,9%.
Facebook viðmerkingar