Heilsurøktarafelagið heiðraði í vikuni 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar í Suðuroy, sum hava havt starvsdag.
Mikudagin var hátíðardagur á Hamragarði í Vági.
Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy. Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í somikið sum 25 til 40 ár.
Vit vildu á hendan hátt viðurkenna hesi fakfólkini og hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu á Hamragarði, nú tey hava havt starvsdag.
Hjartaliga til lukku, tit øll!
Takk fyri tykkara stóra íkast til heilsurøktina á eldraøkinum og í sjúkrahúsverkinum.
Blíðan byr framyvir.
Frá vinstru: Jón Pauli Olsen, Maureen Augustinussen, Elin Brimstrond Thomasen, Fríðbjørg Hammer, Maibritt Toftum Jacobsen, Helena Mikkelsen, Vónbjørt á Hólum, Elsebeth Samuelsen, Hervør Jespersen, Daniella Lisberg og Mariann Joensen.
Anna-Britt Eið, Ella Eystan Á, Mary Samuelsen og Peina Poulsen vanta á myndini.
Facebook viðmerkingar