Ársúrslitið í 2021 gjørdist munandi betri enn undanfarna ár, tífyri skatt var tað 2,6 mió. krsamanborið við 0,6 mió. í 2020.
Grundraksturin øktist úr 3,6 mió. upp í 3,7 mió. Samstundis øktist solvensurin úr 20,1 % í 2020 upp í 22,2 %.Eins og ætlað, lækkaðu innlánini við 12,2 % úr 752 mió. kr. niður í 670 mió. kr.
Sera stór framgongd var innan realkredittfígging og realkredittlánini øktust við 78 %.Hetta er 24 % av øllum 1. veðrættunum hjá Suðuroyar Sparikassa og ein tvífaldan sammett við 2020.
Útlánini lækkaðu við 4,5 % -úr 553 mió. kr. niður í 529mió. kr, men um realkredittlánini verða tikin við í samlaðu útlánini, var samlaða økingin á útlánsøkinum 2,2 % í 2021.
“Í 2021 sóu vit, at kundarnir valdu realkreditt og við ársenda hevði Suðuroyar Sparikassi veitt 12 % av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum í 2021”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.
Suðuroyar Sparikassin er á rættari leið, men vit eru enn í holt við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025. Í 2025 er –í dag kenda -lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassa 20,7 %, og tí livir Suðuroyar Sparikassi longu upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025. Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 3,3 % stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 24,0%. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg at røkka við vanliga rakstrinum, sum er robustur.
Broytingar í nevndini eftir aðalfundin 24. mars 2022
Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa varð hildin í gjár, 24. mars 2022. Mannbjørn Tausen stillaði ikki uppaftur eftir 15 ár í nevndini og nýggjur nevndarlimur er Jákup F. S. Olsen. Nevndin í Suðuroyar Sparikassa takkaði Mannbirni fyri hansara megnar arbeiði hesi árini.
—
Seinastu tíðina er rentan á realkredittlánum hækkað munandi og enn er ov tíðiliga at síggja avleiðingarnar av hesum. Harumframt er eisini trupult at meta um, hvørja ávirkan kríggið í Ukraina fer at hava á umheimin.Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2022 verður positivt við á leið 2,4 -2,9 mió. fyri skatt
Facebook viðmerkingar