Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu valdi í seinastu viku, at geva eina hjálpandi hond til tey ukrainsku flóttarfólk sum eru komin til Tvøroyri seinastu vikurnar.
Tað er okkara skylda sum ein kommuna, at stuðla undir hjá fólkum, har neyðin er størst, tað er tað so avgjørt í hesum føri.
Hettar vildi Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu gera nakað við, sigur Levi Mørk, formaður hjá Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu.
Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu, takkar øllum á Tvøroyri og øðrum við, fyri at vera somikið hjartagóð, at hjálpa hesum neyðars flóttum úr krígsherjaða Úrkraina og heilt til Tvøroyri.
Tað eru góðar tvær vikur síðani, at ukrainsku flóttafólkini komu til Suðuroynna.
Og í vikuni var borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, á vitjan hjá teimun og handaði eisini gávubrævið frá Vágs kommunu.
Mentamálanevndin hjá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar