Í góðveðrinum í dag vóru kvinnurnar í Betrideildini hjá TB/FC Suðuroy/Royn á torførari uppgávu í Runavík, har NSÍ tók ímóti.
Dysturin endaði við einum 0-11 tapi, hálvleiksstøðan var 0-4.
Talan var sjálvsagt um ein truplan dyst, men tað gekk á heilt góðari leið í fyrra hálvleiki, har vit vardu sera væl. Í seinna hálvleiki satsaðu vit eitt sindur meiri og verða eisini revsaði av tí, men sum heild gekk tað væl betur í dag samanborið við í farnu vika, sigur venjaratoymið Jón Pauli Olsen, Allan Smedemark og Martin Bogi Einarson. Hjá okkum snýr tað seg um at vit menna okkum fyri hvønn dyst og gerast betur frá einum dysti til annan – og í so máta var dysturin í dag væl betur enn ímóti Víkingi farna sunnudag.
Í dag høvdu vit 8 leikarar, sum eisini hava aldur at spæla við U16 gentum – og hóast liðið er ungt, so er hetta ein liður í at menna leikararnar og ikki minst geva teimum avbjóðingar á hægsta stigið í Føroyum. Hóast truplir dystir, so eru ungu kvinnurnar sera áhugaðar í at mennast og síggja okkara felags menningarætlan av kvinnufótbóltinum í Suðuroynni, sum eina spennandi og mennandi ætlan.
Komandi leygardag tekur felagsliðið ímóti 07 Vestur á heimavølli og tann dysturin verður við Stórá.
Kelda: www.fcsuduroy.com
Facebook viðmerkingar