Árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum var leygardagin.
Feløgini vóru væl møtt til fundin, og tað gleðir okkum, at nevndin í sambandinum aftur er fullmannað, aftaná fleiri ár við ov fáum nevndarlimum at lyfta uppgávunum, sum krevjast til slík nevndarstørv.
Annika V. Dalsgarð var afturvald sum forkvinna. Elsa Magnussen, verandi næstforkvinna stóð ikki fyri vali og heldur tískil framm í nevndini. Irena Nolsø valdi ikki at stilla uppaftur, men játtar seg sum tiltakslim komandi skeiðið.
Nývaldir nevndarlimir eru Rógvi Kærbech, Jakup Joensen, Hugo Skorastein og Petur Hansen.
Í dómsnevndina eru eisini tveir nývaldir limir fyri Hans David Hansen og Steinfinnur Mittlelstein, sum hava verið knýttir at Róðrarsambandinum í fleiri ár. Teir valdu ikki at stilla uppaftur til dómsnevndina.
Nýggir limir í dómsnevndini eru Jórun Høgnesen og Sunnrid Traðará. Umframt tær báðar situr Óla Hendrik av Fløtum í dómsnevndini.
Vit takka hjartaliga Hans David, Steinfinni og Irenu fyri teirri íkast og arbeiði fyri Róðrarsamband Føroya og fyri føroyskan kappróður, og bjóða nývaldu nevndar- og dómsnevndarlimunum vælkomin í hópin.
Facebook viðmerkingar