Hví er føroyska loftrúmið ikki føroyskt?

Ljóðið frá flogførum, sum ferðast yvir Føroyum, er eftir Covid19 aftur gerandiskostur – og verður hugt inn á Flightradar24, so er tað eisini sjón fyri søgn, at tað er ein jøvn ferðsla yvir Føroyum millum Evropa/miðeystur og USA og eisini millum Evropa og Japan.

Loftrúmið er ikki føroyskt máløkið enn, men er undir donskum lóggávuvaldið. Men hetta merkir tó ikki at umsitingin og atknýttar tænastuveitingar verða framdar av dønum – nei, tað hava danir latið upp í hendurnar á íslendingum. 
Hetta merkir eisini, at gjaldið sum flogfarið (á myndini) frá Dubai til Boston rindar fyri at brúka føroyska loftrúmið verður býtt millum danir og íslendingar.

Hvussu stórar inntøkurnar av føroyska loftrúminum eru, er ikki alment kent. Men Ísland hevur hvørt ár umleið 760 mió. DKKR í inntøku av gjøldum fyri at brúka íslendska loftrúmið og tænastur.

Greitt er sostatt, at hvørt ár missa føroyingar 100+ mió. kr. í inntøku frá ferðslu gjøgnum føroyska loftrúmið.

Hví skulu danir hava lóggávuvaldið og fáa ein munandi part av inntøkunum frá ferðslu í føroyska loftrúminum, tá teir lata umsitingina til íslendskar loftferðslumyndugleikar?

Var føroyska loftrúmið føroyskt málsøkið, so kundu føroyskir myndugleikar latið umsitingina av loftrúminum til íslendskar myndugleikar – inntil ein føroyskur stovnur og førleiki varð skipaður.

Sjálvandi skal loftrúmið verða føroyskt – eins og landjørðin, sjóøkið og havbotnurin kring Føroyar er tað !

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar