Fólkatalið í Føroyum veksur, men stendur í stað í Suðuroynni

1. mars 2022 búðu knappliga 53.800 fólk í Føroyum. Tað er 730 fleiri í mun til somu tíð í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,4%. Hetta er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

Fólkatalið í Føroyum fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani. Vøksturin setti met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at í einum 12-mánaðarskeiði. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, soleiðis at millum 700 og 800 fólk nú leggjast aftur at fyri hvørt 12-mánaðarskeið. Sostatt heldur fólkavøksturin fram, og 1. mars búðu 53.792 fólk í Føroyum.

Fólkatalið í Suðuroynni hevur tó ikki havt somu gongd sum í landinum sum heild og stendur fólkatalið í Suðuroynni at kalla í stað. Við ársbyrjan 2022 búðu 4.685 fólk í Suðuroynni, hetta vóru 29 fleiri enn 1. januar í 2021. Men síðani er fólkatalið aftur minkað eitt vet, soleiðis at tað 1. mars 2022 búðu 4.672 fólk í Suðuroynni.

Facebook viðmerkingar