Minningarorð um Vilhelm Johannesen

Pálmasunnudag ávegis inn í Dymbildagavikuna legði ein trúgvur floksfelagi gjøgnum nógv Harrans ár, Vilhelm Johannesen, árarnar inn. Hansara fjørður var nú rógvin. Men hóast árini ikki vóru so heilt fá, og hóast heilsuni bilaði seinastu tíðina, so var tað ein hvøkkur, tá deyðsboðini bórust. Meira livandi eitt menniskja enn Vilhelm, skal ein leita leingi eftir. Tess størri kennist missurin.

Hann var ein fastgrógvin partur av Javnaðarflokkinum alt síðan landsfundin, sum var í Sørvági í 1956, har Vilhelm luttók sum 14 ára gamal. Nú landsfundurin aftur var í Sørvági í fjør, var heilsan hjá Vilhelmi farin at bila. Tá hevði hann á orðið, at hetta ivaleyst fór at verða seinasti landsfundurin, hann var við til, og so var. Men hann hevði tá verið til teir allarflestu hesi 65 árini.  

Vilhelm var føddur í Klaksvík í 1942 og var sostatt 79, nú hann ikki orkaði longur. Hann var sonur Estrid, sum var ættað úr Sørvági, og Bethuel Johannesen, skipara í Klaksvík. Hann vaks upp í hesum livandi býi, sum uddi av lívi og virksemi. Her vóru skip og vinnuvirkir, og nógv fólk fluttu til Klaksvíkar at vinna. Hetta hevur ivaleyst havt ávirkan á ta lívsáskoðan, hann seinni stóð fyri, eisini á politiska pallinum, har hann var verkamannavinur sum fáur.

Vilhelm fann sær arbeiði hjá postverkinum. Hann arbeiddi har í mong ár sum postboð og endaði í starvinum sum útbúgvingarleiðari. Er tað nakað starv, sum tá gjørdi, at ein kom í samband við nógv fólk, so var tað, tá ein starvaðist sum postboð. Hann gjørdist tí skjótt ein kend mynd í umhvørvinum í Klaksvík, og tí var tað eisini lætt fyri hann at taka næsta stigið inn á politiska pallin. Í 1975 varð hann valdur inn í býráðið í Klaksvík sum umboð fyri Javnaðarflokkin og sat har til 1984. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Kommunufelag í 1977 til 1979.

Men boð vóru eisini eftir Vilhelmi til enn fleiri politiskar avbjóðingar. Hann varð valdur á løgting í 1980 og sat sum tingmaður heilt fram til 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Í tveimum umførum umboðaði hann eisini Javnaðarflokkin í landsstýrinum, fyrru ferð frá 1979 til 1981 og seinnu ferð frá 1985 til 1989.

Hann var landsstýrismaður ta tíðina, tá føroyingar fóru undir at ala laks á firðunum í Føroyum. Hetta var ikki sørt avbjóðandi. Her varð brotið upp úr nýggjum. Hóast sera trupla byrjan, so hevur eftirtíðin tó víst, at hetta var rætt, tí í dag er laksurin størsta útflutningsvøra okkara.

Vilhelm var eisini hann, sum fremst av øllum legði lunnar undir Samhaldsfasta. Hetta var, meðan hann var landsstýrismaður í 1988. Men heldur ikki hetta frambrotið var lætt, tí politiska mótstøðan var stór fyrstu tíðina. Onkur stórur andstøðuflokkur ynskti Samhaldsfasta, hagar piparið grør. Hesin grunnur er í dag ein tryggur inntøkuskansi hjá øllum pensjonistum, og sum allir flokkar á tingi í dag taka fult og heilt undir við.

Grunnurin hevði upprunaliga navnið Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin. Navnið var so langt og knortlut at siga, at fleiri hildu, at bert Vilhelm megnaði tað, og fleiri søgdu bara Grunnurin hjá Vilhelm. Tá samgongan í januar 1991 varð skipað, setti Fólkaflokkurin ynski fram um, at orðið Samhaldsfasti skuldi strikast úr heitinum. So varð gjørt, men millum manna fekk grunnurin tó ongantíð annað navn enn Samhaldsfasti. Sanniliga ein politiskur varði av teimum frægu.

Vilhelm átti allar teir førleikar og eginleikar, sum gera, at ein verður ein kendur og áhugaverdur politikari. Hann hevði eitt ótrúligt minni og kundi neyvt greiða frá hendingum, sum flest øll høvdu gloymt alt um. Harumframt hevði hann eisini talugávur sum fáur. Hann var ein framúr røðari, og í kjakinum í tingsalinum varð hann ikki tikin. Hann var skjótur og kvikur í orðaskiftinum, og so átti hann tær góðu gávur, at hann altíð fekk mótstandaran til at smíla. Hann hevði jú humor, sum fáum er beskorið. og ongantíð bar hann agg ella mintist ilt aftur á nakað.

Men ikki var hann bert gávaður røðari, tí eisini við penninum var hann ein úrmælingur. Hetta kom eisini Sosialinum til góðar, tá Vilhelm sat sum blaðstjóri á blaðnum frá 1972 til 1979. Og ikki vóru tað so fáir leiðarar, hann fekk frá hondini hesa tíðina og eisini seinni. Skuldi okkurt orðast skjótt í flokkinum, so vóru boð eftir Vilhelmi. Hann var skjótur í allari sínari medferð, og hann lá ikki leingi á boðunum. Seinni skrivaði hann eisini bókina Postur í Føroyum, sum er eitt valaverk frá byrjan til enda.

Vilhelm giftist við Johild fødd Johannesen, og saman fingur tey fimm børn. Døturnar Signhild og Ragnu, og synirnar Líggjas, Bethuel og Aksel. Børnini eru sjónlig í virkna lívinum í Klaksvík bæði politiskt og vinnuligt. Signhild er býráðslimur, og Líggjas og Bethuel eiga og reka frystilínuskipið Klakk. Sonurin Aksel er formaður í Javnaðarflokkinum og hevur sitið sum løgmaður. Abbasonurin Beinir Johannesen er nú eisini tingmaður, tó hann ikki umboðar sama flokk sum abbin.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú ein av okkara trúgvastu partamonnum er farin um sýn. Vilhelm tænti flokkinum væl og leingi, og vit senda tykkum hansara avvarðandi djúpastu samkenslukvøðu.

Javnaðarflokkurin lýsir frið yvir minnið um javnaðarmannin Vilhelm Johannesen.

Facebook viðmerkingar